- Hetta er so elendigt, at eg kann ikki lova, at eg fari at atkvøða fyri tí.
So bersøgin er Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, tá ið vit biðja hann um eina viðmerking til fíggjarlógina fyri næsta ár, sum samgongan hevur lagt fram.
Tað er fyrst og fremst parturin um tað sokallaða tilfeingisskattin, sum Magni Laksáfoss, finst hvassliga at.
Men hann fýlist eisini á, at sum hann sær tað í løtuni, er nýggja fíggjarlógin kliniskt reinsað fyri alt, sum eitur nýskipanir.
- Ætlanin at áleggja vinnuni ein tilfeingisgjald er endað við einum eykaskatti á ávísar vinnur .
Hann sigur, at hann hevur longu gjørt vart við, at eftir hansara tykki er uppskotið um tilfeingisskattin so elendigt, at hann tekur ikki undir við tí.
Kortini staðfestir hann, at fíggjarlógin er ein heild, so tað verður endaliga úrlitið av viðgerðini, sum fer at gera av um hann atkvøður fyri ella ikki, tá ið saman um kemur.
Slagið stóð í vár
Magni Laksáfoss staðfestir, at veruligu samráðingarnar um fíggjarlógina er um várið, tá ið játtanarkarmurin verður samtyktur, har íløgukarmur og rakstrarkarmur verða lagdir.
Tað, sum nú er eftir, er, at hvørt ráðið sær hevur býtt sína heildarjáttan sundur ímillum tey ymsu málsøkini hjá ráðnum.
- Vit vita av royndum, at tað hevur gingið avbera illa at halda játtanarkarmin og spurningurin er um vit skulu trúgva upp á, at karmurin fer at halda í ár.
- Men skal tað eydnast skulu allar fylgilógirnar, sum eru 10 í tali, eisini samtykkjast. Verður bara ein av fylgilógunum feld, er fíggjarlógin útholað, so má tíðin vísa, hvat hendir.
Ikki í familju
Sjálvur heldur Magni Laksáfoss, at níggju av teimum 10 fylgilógunum eru skilagóðar.
Men afturfyri er tann 10. fylgilógin er so høpisleys, at hann himprast við at taka undir við fíggjarlógi ni
Og tað er fylgilógin um tað ætlaða tilfeingisgjaldið.
- Tað, sum er lagt fram, er ikki í familju við tilfeingisgjald. Hetta er ikki annað enn ein eykaskattur á alivinnu, uppsjóvarvinnu og trolararnar í Barentshavi.
Magni Laksáfoss sigur, at endamálið við einum tilfeingisgjaldið er at krevja eitt gjald frá vinnuni fyri loyvi til at troyta tilfeingi.
- Tað førir við sær, at tað vera bara tey effektivastu og best riknu skipini, ið yvirliva, tí tað verða bara tey, sum klára at betala tilfeingisgjald.
- Úrslitið av einum røttum tilfeingisgjaldi er sostatt, at bygnaðarligu skeivleikarnir í fiskiflotanum verða rættaður og at hann sum frá líður verður lagaður til fiskatilfeingið.
Úrslitið av tí er so aftur, at tað ber til at gagnnýta hvørt skip so effektivt, sum gjørligt.
Hann sigur, at hetta, sum samgongan hevur lagt fram nú, hevur heilt og aldeilis ongi av hesum eyðkennum fyri ein tilfeingisskatt.
- Hetta er ikki eitt uppskot, sum upp á nakran máta tillagar flotan.
Tvørtur ímóti heldur hetta uppskotið fast um bygnaðin, sum hann er, men tað verður bara lagdur ein eykaskattur á einstøk virki og einstøk skip.
- Tí er hetta ikki annað enn ein eykaskattur á nøkur heilt fá úrvald skip og virki.
Endamálið við hesum er sostatt ikki at laga tilfeingisvinnuna til tilfeingið, men einans at fáa pengar í landskassan, leggur hann afturat.
Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin ivast eisini í, um tað yvirhøvur er lógligt at pilka ávísar vinnur burtur úr og áleggja teimum eykaskatt.
- Tað svarar til at leggja skatt á øll tey, sum eita Petersen til eftirnavn – og ongan annan, leggur hann afturat.
Hevur landskassin brúk fyri pengunum, mælir Magni Laksáfoss heldur til at bíða við at byggja ítróttarhøll í Sandoy og at bíða við tilfeingisgjaldinum til ein verulig skipan kann setast í verk.
Onki álit
Magni Laksáfoss hevur púra onki álit á hendan samgongan fer at megna at fremja nakrar sum helst bygnaðarbroytingar ella nýskipanir.
Tað hevur annars verið rættiliga nógv tosað um nýskipanir á nógvum økjum, eitt nú kommunuøkinum, fiskivinnuøkinum, umframt í skúla- og heilsuverkinum.
Men tað trýr hann onki upp á longur.
Hann hevur sostatt heldur onki álit á ætlanini hjá samgonguni um at sokallaði tilfeingisskatturin bara skal vera galdandi í eitt ár, tí ein bólkur skal setast at gera álit um tilfeingisgjald.
- Næsta ár er seinasta árið í hesum valskeiðnum og royndirnar siga okkum, at seinasta árið í einum valskeiði, henda ongar kollveltingar.
Hann vísir eisini á allar tær kanningar, sum eru gjørdar og øll tey álit, sum eru skrivað nýskipanir og broytingar av øllum handa slagi, men har er rætt og slætt onki sett í verk.
- Sostatt er stórur vandi fyri, at hendan skipanin, sum er ætlað at vera fyribils, endar við at verða ein varandi skipan.
Kortini staðfestir hann eisini, at tað er neyðugt at finna langtíðarloysnir á nógvum økjum í samfelagnum.
- Tað ber bara til at fara runt við sláimaskinuni, tá ið ríkiligt er at taka av.
Hann heldur, at samgongan hevur longu verið runt við sláimaskinuni og tann mátin ber ikki til leingi afturat.
- Tað gongur kanska í eitt ella tvey ár, men vit sleppa ikki undan at gera nýskipanir, sum halda í longdini, sigur Magni Laksáfoss.