Seinnapartin sunnudagin visti Vágaportalurin, at Magni Laksáfoss ikki stillar upp aftur til løgtingsvalið.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, visti ikki av nøkrum, fyrr enn hann lastey tíðindini.
- Tað er altíð keðiligt, ta ið ein politikari fer, men vit eru framvegis ein flokkur, og Sambandsflokkurin hevur nógv at takka Laksáfoss fyri, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann skilir als ikki atfinningarnar frá Magna Laksáfoss um, at politikkurin er farin av kós.
- Hann hevur verið ein av høvuðsaktørurunum aftan fyri førda politikkin og kann ikki siga, at vit ikki hava húsast rætt, tí hann hevur sitið í fíggjarnevndini saman við Bjørn Kalsø, eingin illstøða hevur verið, og einki er gjørt uttan við teirra vælsignilsi, sigur Kaj Leo Johannesen.
Svaraði ikki
Hann fer at royna at fáa fatur á Magna Laksáfoss. Flokkurin hevur í fleiri dagar roynt at ringt til mannin, men tað hevru ikki eydnast. Flokkurin hevði brúk fyri honum m.a. í sambandi við atkvøðugreiðslur í tinginum.
- Eg skilji ikki nakað av hesum. Tað er rætt, at Magni Laksáfoss var misnøgdur, tí hann ikki varð valdur til landsstýrismann, men tað er farið, og sum fíggjharnevndarlimur hevur hann úttalað seg ógvuliga jaliga, sigur Kaj Leo Johannesen.









