Magni á Lakjuni verður í ÍF álopinum í morgin. Longu undan finaluni er tað greitt, at hetta verður síðsti dysturin hjá honum á hægsta støði. Tað er av heilsuávum, at hann gevst.
- Læknarnir hava rátt mær frá at spæla. Eg havi tað gott og kann liva eitt lív sum øll onnur. Men onnur mjødnin er so mikið slitin, at tað ikki ber til at venja og spæla fótbólt fleiri ferðir um vikuna. Tað er støðan, og eg havi gjørt av at taka tær avleiðingarnar, sum serkunnleikin hevur rátt til, staðfestir Magni á Lakjuni.
Hann spældi fyrstu ferð á besta ÍF liðnum í 1990. Síðani hevur hann verið nógv í bestu deildini. Hann hevur spælt í HB, har hann var við til at vinna FM í 1998, og hann var við til at vinna steypakappingina við B36 í 2001. Eisini var hann eitt skifti í Vejle Boldklub. Nú hann sigur farvæl, vónar hann, at tað skal bera til at vinna steypakappingina við barndómsfelagnum:
- Eg haldi, at vit eru væl fyri. Hýrurin er góður, og undir venjingini á Svangaskarði týskvøldið kendist tað sum um, at spælararnir trúgva upp á tað. Talan er um finalu, og so nógv kann henda.Tað hava vit sæð í finalunum seinnu árini, tá ið eitt nú brotsspørk og útvísingar hava havt avgerandi ávirkan.
Hjá ÍF eru Bartal Eliasen og Poul Ennigarð leikbannaðir. Fritleif í Lambanum kemur heim úr Danmark at hjálpa til. Símun Eliasen verður í miðverjuni. Saman við honum verður ivaleyst annaðhvørt Rúni Elttør ella Áki Petersen. Jonn Thomsen vandi fyri fyrstu ferð eftir drúgva skaðan, tá ið ÍF týskvøldið var á Svangaskarði, men hann er ikki í nóg góðari venjing at spæla. Gunnar Nielsen vandi eisini týskvøldið. Hann hevur leingi verið burturfrá orsaka av skaða, men hann verður í ÍF hópinum í morgin.
Umframt Magna á Lakjuni hava Rúni Elttør og Símun Eliasen vunnið steypafinalur. Rúni við B36 í 2003, og Símun við HB í fjør. Venjarin, Petur Simonsen, var venjari, tá ið B36 í 1991 vann finaluna 1-0 á HB.
Í Gøtu er manningarstøðan heilt hampulig. Símun Louis Jacobsen verður ikki við, tí hann hevur brotið armin. Burtursæð frá pólverska málverjanum, Marcid Dawid, eru allir hinir tøkir. Eisini Magni Jarnskor, sum leingi hevur verið plágaður av skaða í lærinum. Tríggir stríðast um málverjuplássið, og Kaj Ennigarð vísti sunnudagin, at hann er væl skikkaður til pláss í miðverjuni. Undir venjingum á Svangaskarði í kvøld skal venjarin gera av, hvørjir teir fyrstu ellivu skulu vera.
- Vit taptu 4-3 í Fuglafirði í fyrra landskappingardystinum. Síðani vunnu vit 3-0 á heimavølli á teimum. Eg haldi, at vit eru væl fyri, og vit fara sjálvandi til Havnar fyri at vinna, sigur GÍ liðformaðurin Sámal Joensen. Fyrr í ár var hann buturfrá í seks vikur orsaka av skaða. Nú er hann væl fyri.
Sámal var við, tá ið GÍ vann steypakappingina í 1996 og í 1997. Hann var í Íslandi, tá ið GÍ í 2000 vann á HB, og í 2003, tá ið GÍ tapti ímóti B36, spældi hann ikki fótbólt.
Umframt Sámal hava nógvir á GÍ liðnum verið við í finalum. Eisini yngru menninir, sum í 2003 eftir umdyst vóru við til at tapa 3-1 ímóti B36. Krzystof Popczynski spældi við í 2003. Í morgin hevur hann møguleikan at vinna Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð.