Magni Christiansen stendur fyri upphitingini, tá Bellamy Brothers fara at hava konsert í Føroyum Tað verður Føroya helst fremsta country-navn, sum skal fáa áhoyrararnar í rætta lagi, tá Bellamy Brothers í september mánaði koma á Føroya-ferð.
Tvær konsertir eru á skránni. Á Tvøroyri verður spælt 14. september, og dagin eftir er høllin á Hálsi í Havn karmur um konsert. Og til báðar framførslurnar verður tað Magni Christiansen, sum fer at standa fyri upphitingini av áhoyarunum.
Fyriskipararnir eru í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á fyrsta partin av fyrireikingunum, og hósdagin í komandi viku byrjar forsølan av atgongumerkjum.
- Fyri atgongumerkið fáa tey vitjandi konsert við Magna Christiansen, Bellamy Brothers og so country-dans aftaná. Í Havn verður tað Country-bólkurin, sum fer at standa fyri dansitónunum, og á Tvøroyari verður tað Driv, sum hevur fingið ta uppgávuna litið í hendi, sigur Eyðun Samuelsen,