Magni fekk ein hatt

Tá ið Atlantsflog leygarkvøldið helt 25-ára føðingardagsveitslu, lótu Boys in a Band Magna Arge ein kovboyhatt eftir framførslu teirra.

Millum tey, sum framførdu undir borðhaldinum hjá Atlantsflog leygarkvøldið, vóru Boys in a Band, sum júst eru komnir heim úr konsertferð teirra í USA, Canada og Íslandi.

 

Í Texas høvdu teir keypt Magna Arge ein kovboyhatt, sum teir handaðu honum í føðingardagsgávu á veitsluni leygarkvøldið.

 

Pætur Zachariasson, forsangari í sera væl umtókta bólkinum, vildi vera við, at Magni er einasti veruligi sheriffur í Føroyum...