Magni fær tríggjar milliónir

Stjóraskiftið í Atlantsflog kostar føroyska flogfelagnum umleið tríggjar milliónir krónur.

Stjóraskiftið í Atlantsflog kostar føroyska flogfelagnum umleið tríggjar milliónir krónur.

 

Fráfaringaravtalan tryggjar Magna Arge stjóraløn í tvey ár, eftir at hann er farin úr starvi. 

 

Tað vátta bæði Niels Mortensen og Magni Arge fyri tíðindaportalinum in.fo.

 

Í gjár skrivaði danska ferðavinnublaðið Travel People, at Magni Arge fær sjey milliónir krónur fyri at fara frá sum stjóri. Talið fór víða um og elvdi til gitingar. 

 

Les eisini: Magni fær sjey milliónir fyri at fara

 

- Hetta er beinleiðis skeivt, og tí kenni eg meg noyddan at koma við eini rættleiðing, sigur Niels Mortensen. 

 

- Fráfaringaravtalan hjá fyrrverandi stjóranum byggir á løn í tvey ár, sum hann hevur rætt til sambært setanarsáttmálanum, sigur Niels Mortensen

 

Nevndarformaðurin leggur tó samstundis dent á, at tølini ikki verða latin almenninginum, tí talan er um trúnaðarviðurskifti í einum setanarsáttmála og eini fráfaringaravtalu. 

 

Sambært roknskapinum hjá Atlantsflog fyri 2012 var samlaða inntøkan hjá Magna Arge stívliga 1,6 millión krónur í fjør, alt íroknað. Sambært roknskapinum var sjálv lønin 1.157.000 krónur, eftirlønin var 171.000 krónur og harumframt fekk Magni Arge 230.834 krónur í bonus. 

 

Les eisini:

 

Onga viðmerking til fráfaringaravtalu

 

Magni fær sjey milliónir fyri at fara

 

Johan Dahl stuðlar nevndini í Atlantsflog

 

Lasse Klein: Nevndin má forklára seg

 

Nevndarformaðurin: Atlantsflog tørvar nýggja strategi

 

Magni Arge: Stevið var burtur

 

Magni Arge fortíð í Atlantsflog