? Vit mugu viðganga, at tað hevur verið ógvuliga lítil aktivitetur í Eydnuni í seinastuni, men nú eru vit so farin at arbeiða við at bøta um tað, verður sagt úr Eydnuni.
Fyrsta tiltakið verður nú sunnudagin, tá Eydnan fyrst skipar fyri árliga jólabingo'inum, sum plagar at vera um hesa tíðina. Hetta plagar at draga nógv fólk, tí nógvir góðir jólavinningar eru at vinna.
Tað byrjar kl 16.00 sunnudagin.
Magni Christiansen
Eftir at alt bingo tilhoyrið er ruddað burtur, verða dyrnar aftur latnar upp í Eydnuni. Hesuferð verður verður alt sett inn fyri at fáa fólk í jólahýr. Magni Christiansen fer at syngja og spæla løg av nýggju jólafløguni, og jólahugni við rís á la' mande og kaffi verður eisini á skránni.
Borð, sum eini 6-8 fólk rúmast við, verða sett upp, soleiðis at fólk ikki skulu sita og hyggja í nakkan á hvørjum øðrum alt kvøldið.
? Vit royna at fáa fólk at koma í Eydnuna aftur. Til dømis arbeiða vit við at fáa dans fyri tey ungu aftur í Eydnuna. Vit vita jú, at tað fara bussar við ungum higani til Havnar. Ætlanin var eisini at hava eitt »syngið við kvøld« áðrenn jólini, men tað er so útsett, inntil einaferð eftir jól. Men væntandi leggur Magni einki í, um fólk syngja við, tá hann fer at upptraðka, siga tey í Eydnuni.
Kostnaðurin fyri kvøldið verður 80 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn. Tá fáa fólk rís á la'mande og kaffi ella saft og eina góða konsert.
Sagt verður, at konsertirnar hjá Magna plaga at draga nógv fólk, og tey í Eydnuni vænta eisini, at so verður sunnukvøldið. Men ætlanin er ikki at fylla so nógv fólk inn, at tað gerst trongt inni. Tí mæla fyrireikararnir til, at fólk ringja til Eydnuna á tlf 722322 og bíleggja atgongumerki.










