– Vit verða ikki kløkk, um onnur feløg royna seg við flúgving upp á Föøroyar.
Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, nú tað er komið fram, at eitt norskt flogfelag fer at stovna eina nýggja rutu millum Føroyar og Noreg, eins og felagið fer at kappast við Atlantsflog á rutuni millum Føroyar og Danmark.
– Vit fara framhaldandi at gera okkara besta fyri at veita Føroyum eitt trygt, gott og regluligt samband við umheimin, sigur Magni Arge.
Lesið eisini: Norskt flogfelag í Føroyaflúgving í ár