Av tí at Magni Arge nú er uppstillaður til løgtingsvalið fer hann ikki at siga frá steypafinaluni síðst í mánaðin.
– Eg havi gjørt av sjálvboðin at ganga undir somu siðvenju fyri karantenu, sum Kringvarpið praktiserar fyri luttøku í útvarps- og sjónvarpssendingum. Tí fari eg ikki at siga frá finaluni um løgmanssteypið á Rás 1 seinni í mánaðinum, sigur Magni Arge, sum annars hevði glett seg til eina løtu at leita aftur á gamlar slóðir við beinleiðis frásøgn frá ítrótti.
– Men tað verður ikki hesaferð, tí nú skulu vit savna tjóðina um eina felags kós, har vit taka við fullari ábyrgd og byggja land fyri øll í Føroyum, sigur løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi, Magni Arge.