Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 15.05.2001
Magni Arge sigur við Sosialin 10. mai, at hann er stjóri og at hann kann gera tað sum hann hevur hug til og kann lasta flogfarið sjálvur.
Vit heita tí á limir okkara um at siga Magna Arge:
Vit eru løntakarar, men vit avgera sjálvi við hvørjum flogfelag vit flúgva.
Vit halda tað vera ikki sørt nasadjarvt, alment at boða frá, at stjórin vil taka upp arbeiði, sum limir í felag okkara á fuldt lógligan hátt hava lagt niður. Hinvegin avdúkar hetta, at stjórin í Atlantic Airways ikki virðir demokratiska rættin hjá starvsfólki sínum, tá sáttmálaloysi er, at fara í verkfall fyri lønarkrøvum sínum.