Um eina viku fer Fólkatingið í summarfrí og tá fer fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi, Magni Arge, aftur í Løgtingið.
Umframt at røkja sessin á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal, sum er í Landsstýrinum, er Magni Arge eisini valdur í Løgtingið fyri Tjóðveldi.
Og nú Fólkatingið fer í summarfrí, og verður kallað saman aftur í oktober, ætlar Magni Arge sær eisini heim til Føroya. Og her ætlar hann sær at brúka ein part av tíðini í Løgtinginum, boðar Magni Arge frá á Facebook í kvøld.
– Tað er neyvan nakrastaðni, at tað ber til at fáa ein betri dagføring av politisku støðuni í Føroyum, og tí sum rørir seg í politiskum samfelagsviðurskiftum, enn at verða við í løgtingsarbeiðnum, sigur hann.
Løgtingið skal hava nakrar fundir afturat, so verður ein steðgur, men Løgtingið verður so kallað saman í juni at avgreiða uppskotini, sum eru løgd fram um eina nýggja fiskivinnuskipan.
So fer Løgtingið í summarfrí og verður kallað saman aftur á ólavsøku, tá ið nakrir fundir verða, men so plagar aftur at verða ein steðgur til tíðliga í heyst.
Á flokstingi hjá Tjóðveldi síðst í mars fortaldi hann fundarfólkinum, at hann ætlaði sær aftur í Løgtingið og at tað var væl trúligt, at hann fór at siga fólkatingssessin frá sær.










