Magni Arge á fólkating

Magni Arge hevur í dag tikið av møguleikanum at stilla upp til fólkatingsvalið 18. juni

Magni Arge hevur í dag tikið av møguleikanum at stilla upp til fólkatingsvalið 18. juni fyri Tjóðveldi.

 

– Eg havi fingið áheitan um at stilla upp, og eg havi tikið av, tí eg haldi, at Føroyar hava brúk fyri eini tjoðskaparrødd á fólkatingi, sum talar greitt fyri føroyskum áhugamálum, sigur Magni Arge við In.fo.

 

Hann stillar upp, tí hann heldur tað vera brúk fyri at kjakast um hugsjónir, og hvørja leið vit skulu halda í Føroyum í framtíðini. Fólkatingið er ein pallur, har vit kunnu gera donskum politikarum og almenninginum annars greitt, hvørjar hugsanir vit hava um eina sjálvbjargnar Føroyar, og hvør skipan tænir tí endamálinum best.

 

Hann heldur, at tað skaðar umdømi Føroya, at fólkatingsumboð eru farin at kappast um at biðja sponsorpengar í Danmark, og at heimastýrislógin spældi endaliga fallitt, tá ES og Danmark í eitt heilt ár stongdu sínar havnir fyri føroyskum skipum og ákærdu føroyingar fyri ránsveiði í altjóða miðlum.

 

– Eg stilli upp við tí endamáli at seta sjálvbjargnishugsanina í hásæti aftur, sigur Magni Arge.

 

– Og eg ætli mær við hvørt givið høvi at greiða fólkatinginum frá, at nú Danmark setir ES hægri enn tann felagsskap, sum landið hevur havt við Føroyar, má eisini fólkatingið ásanna, at skipanin millum Føroyar og Danmark skal endurnýggjst. Hann heldur, at ein frælsur felagsskapur millum londini, har Føroyar hava rætt at virka suverent fyri egnum málum í altjoða høpi er ein góð og virðilig loysn fyri báðar partar. Samstundis skal føroyska grundlógin samtykkjast.

 

– Eitt er, at heimastýrislógin er avoldað og avbyrgir Føroyar frá at virka frítt á altjóða pallinum. Annað er, at tað er ófrættakent, tá fólkatingsmenn eru komnir aftur av Christiansborg sum heitir ES-talsmenn, samstundis sum ES setir Føroyar í skammikrókin. Hetta hongur ikki saman, og her má broyting koma í, sigur Magni Arge.

 

Magni Arge hevur drúgvar altjóða royndir í ymiskum vinnuligum høpi. Hann var stjóri í Atlantic Airways í sløk 19 ár og hevur verið millum undangongufólkini at menna bæði føroyska ferðavinnu og oljuvinnu. Hann er formaður í Oljuvinnufelagnum og var í síni tíð formaður í Ferðaráðið Føroya og Vestnorden Tourist Board. Hann var eisini limir í oljuráðleggingarnevndini, sum evnaði til føroysku oljulóggávuna, áðrenn boringarnar á føroyska landgrunninum byrjaðu.

 

– Eg ivist íkki í, at mínar royndir at savna vinnuna um felags mál og umboða Føroyar í altjóða høpi eru góð barlast, um mær fellur í lut at umboða Føroyar á fólkatingi, sigur hann.