Magni Arge 60 ár

Magni Arge hevur verið virkin í føroyskum samfelagslívi síðan á ungum árum. Longu sum 14 ára gamal var hann íðin fyriskipari í Skansastovu, sum m.a. skipaði fyri konsertum í høllini á Hálsi.

Í dag fyllir Magni Arge 60 ár. Magni er sonur Niels Juel Arge, útvarpsstjóra frá 1960 til 1990, og Petru Arge, f. Gregersen. Hann varð føddur í Havn 15. desember í 1959.

Magni Arge hevur verið virkin í føroyskum samfelagslívi síðan á ungum árum. Longu sum 14 ára gamal var hann íðin fyriskipari í Skansastovu, sum m.a. skipaði fyri konsertum í høllini á Hálsi.

##med2##

Fyrst í nítiárunum var hann stjóri í fyritøkuni, T-Mac, sum seldi Apple-teldur og Canon-útgerð.

Sum 19 ára gamal tók upp táttin eftir pápan og bróðirin, Jógvan, at siga frá fótbólti og øðrum ítrótti í útvarpinum. Ferðmiklar og spennandi vóru hansara frásagnir til 1996.

Frá 1993 til 1996 var Magni formaður í Ferðaráði Føroya. Tá vórðu mál sett at menna ferðavinnuna til eina veruliga vinnu í Føroyum.

##med3##

Hesum arbeiði gjørdist hann uppaftur virknari partur av í 1995, tá boð vóru eftir honum at gerast stjóri í føroyska flogfelagnum, Atlantic Airways.

Longu fyrsta árið fekk felagið sítt fyrsta avlop, og næstu árini varð felagið støðugt ment við fleiri flogførum og ferðamálum.

So væl lá fyri hjá Atlantic Airways undir hansara leiðslu, at danska felagið, Mærsk Air, gavst við Føroya-flúgvingini í 2004. Í dag kappast felagið við SAS á Danmarkar-leiðini.

Atlantic Airways hevði frá byrjanini í 1988 flogfar av slagnum British Aerospace, og í 2008 átti ella leigaði felagið seks flogfør av hesum slagnum.

##med4##

Í 2012 var stundin komin at skifta flotan út, og tá komu Airbus-flogførini. Stór var løtan, tá væl mannað lið við føroyingum fór til Hamburg eftir fyrsta Airbussinum.

Við nýggju flogførunum varð tátturin tikin upp at flúgva beinleiðis til býir sunnanfyri, eitt nú Barcelona. Tær farleiðirnar eru framvegis væl umtóktar.

Magni Arge var í mong ár nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og í tí gerninginum tók hann sær eitt nú av at vísa Bill Clinton og Al Gore runt í Føroyum.

Magni var stjóri í Atlantic Airways til november 2013, og í juni 2015 stillaði hann upp á fólkatingsvalinum fyri Tjóðveldi og fekk næstflestar atkvøður eftir formannin, Høgna Hoydal.

##med5##

Tá Høgni Hoydal fór í landsstýrið, tók Magni við fólkatingssessinum, og á løgtingsvalinum 1. september sama ár gjørdist hann eisini løgtingsmaður.

Á fólkatingi var Magni alvirkin og steig út á altjóða pallin at verja katalansku politikararnar, sum vórðu settir fastir ella máttu flýggja eftir fólkaatkvøðuna í Katalonia í oktober 2017.

Allastaðni vísti hann á, at sjálvsavgerðarrætturin hjá statsleysum tjóðum má verjast.

Væl mannað fjølmiðlalið var til staðar, tá útlagni katalanski leiðarin, Carles Puigdemont, kom á vitjan í fólkatinginum eftir innbjóðing frá føroyska fólkatingsmanninum.

##med6##

Magni fekk eitt gott fólkatingsval í summar, tó at flokkurin ikki rakk inn um gáttina, og á løgtingsvalinum varð hann helst revsaður fyri at hava tikið fólkatingið fram um løgtingið.

Í dag er Magni Arge nevndarlimur í fleiri feløgum, sum fáast við vinnumenning. Hann er upprunaliga studentur úr Hoydølum og las samfelagsfrøði og journalistikk í Aarhus.

Setningurin, hann oftast hoyrist siga, er, at í Føroyum skulu vit gera tað ómøguliga møguligt.

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##