Magni Arge 50 ár

Í dag, týsdagin 15. desember, fyllir Magni Arge á Argjum, stjóri í Atlantic Airways, 50 ár.

Magni Arge er yngstur av teimum fimm børnunum hjá Petru og Niels Juel Arge í Havn.


Eins og pápin og elsti bróðurin hevur Magni verið nógv at hoyrt í Útvarpinum í sambandi við fótbóltsdystir og kappróður. Eins og teir dugir hann at gera sendingarnar, sum eru áhugaverdar og spennandi at lurta eftir. Tað sær eisini út til at sonurin, Tróndur, hevur arvað somu eginleikar.


Tá fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton vitjaði í Føroyum í 2007, fekk Magni, sum nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, til uppgávu at vísa honum landið. Magni dugir væl at føra seg fram og hevur orðið í síni makt.


Magni hevur annars roynt seg á nógvum ymiskum økjum. Hann hevur lisið stjórnarfrøði við universitetið í Århus og journalistikk á journalistháskúla í Danmark.


Síðst í 80-unum var hann stjóri í Nýggja Bókhandli, og fyrstu árini í 90-unum var rak hann saman við Sveini Thomassen telduhandlinum T-Mac í Vágsbotni.


Síðan 1995 hevur Magni verið stjóri í Atlantic Airways, umframt at hann hevur verið í nógvum ymiskum nevndum.


-red