Magni á hægsta tindi í Afrika

- Fyrr ella seinni komi eg upp á Mount Everest.


Tað er greiði málsetningurin hjá føroyinginum Magna Hansen, sum í dag megnaði at koma upp á hægsta tindin í Afrika, Kilimanjaro.

Aftaná at hann var komin oman aftur, tosaði hann við Rás2 um túrin.


Spurdur um hvussu tað var, at standa á toppinum, svaraði Magni Hansen:


- Tað var ein øgiliga góð kensla, men man var útlúgvaður, tí man hevði sovið lítið. Kroppurin reageraði ikki so væl. Har vóru onkrar løtur, ið eg ikki minnist á veg niðan.


Hoyr alla samrøðuna við Magna Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.