Magne Hoseth gongur ímóti norskum ferðatilmæli

Norska Dagbladet, sum umrøður útidystin hjá KÍ, sigur, at tey higartil einki hava hoyrt frá danska uttanríkisráðnum, sum tey hava spurt um tryggleikan hjá KÍ at fara til Transnistria, sum er russiskt stuðlaður útbrótaralandslutur í Moldova.

 

KÍ tapti eftir longda leiktíð móti Molde í Champions League-kvalifiseringini herfyri, men hevur framvegis møguleikan at røkka bólkaspælinum í Europa League.

 

Seinasta hóskvøld spældi KÍ javnt móti Sheriff Tiraspol í fyrra dystinum, sum varð leiktur á Tórsvølli.

 

- Føroyska liðið, sum hevur Vegard Forren á miðjuni og venjararnar, Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad, skal spæla retur-dystin móti Sheriff Tiraspol í Tiraspol í Moldova í næstu viku.

 

Soleiðis skrivar norska Dagbladet í dag, sum fylgir norsku manningini og føroyska KÍ-liðnum, sum hevur staðið seg so óvæntað væl í altjóða kapping higartil í ár.

 

- UEFA váttar yvirfyri Dagbladet, at Sheriff sleppur at spæla heimadystin á egnum leikvølli. Felagið slapp í langa tíð ikki at spæla sínar heimadystir her, tí UEFA setti seg upp ímóti hesum orsakað av russiska álopskrígnum móti Ukraina.

 

Í skrivi til Dagbladet sigur UEFA, at tey fylgja neyvt við støðuni á leiðini og gera leypandi sínar metingar.

 

Býurin í Transnistria, har dysturin skal spælast, liggur 200 kilometrar frá russiska havnarbýnum, Odessa, sum hevur verið fyri áhaldandi álopum frá Russlandi.

 

Norski KÍ-venjarin, Magne Hoseth, tosaði herfyri um sítt órógv um útidystin í Transnistria við norska Dagbladet og segði, at nú skal KÍ niður til kríggið at spæla.

 

- Eg las fyri nøkrum døgum síðan, at Odessa hevði latið uppaftur baðistrendurnar, men longu dagin eftir vóru aftur álop á býin. So, eg veit ikki, hvat hendir, legði venjarin aftrat.

 

Ferðaráðini hjá norska uttanríkisráðnum eru, at farast skal ikki til Transnistria - ikki uttan so, at tað er avgerandi neyðugt.

 

Magne Hoseth segði í samrøðu við Dagbladet, at tað er lítið, sum KÍ kann gera við avgerðina hjá UEFA, og hann helt fyri, at skal nakar seta seg upp ímóti, at KÍ fer niður hagar at spæla, má tað vera danska uttanríkisráðið.

 

Á heimasíðuni hjá Dagbladet í dag verður sagt, at tey hava vent sær til danska uttanríkisráðið um málið, men her verður sagt, at danska uttanríkisráðið enn ikki hevur svarað teirra fyrispurningi um tryggleikan at fara til russiskt stuðlaða Transnistria-landslutin í Moldova.