Mánamorgunin bóru vit boðini um, at ein telda var burturblivin umborð á Smyrli sunnukvøldið. Magnar Hentze hevði á túrinum úr Suðuroy til Havnar lagt teldutaskuna har, vanligt er at leggja viðføri, men tá hann skuldi fara í land var teldutaskan horvin.
Hetta kom dátt við, tí umframt missin av telduni so gjørdist støðan truplari av, at Magnar skuldi til roynd mánadagin.
- Eg fekk so lænt telduna frá einum vinmanni, sum eisini býr á skúlaheiminum eins og eg, greiðir Magnar Hentze frá. Tað var gott, at tað bar til, men í morgun gjørdist Magnar uppaftur fegnari, tá teldan hjá honum kom aftur í aftur.
- Náttarvaktin hevur funnið telduna uttanfyri inngongina til skúlaheimið einaferð aftaná miðnátt og áðrenn klokkan trý í nátt, greiðir fegni Magnar frá. Hann veit ikki, hvussu teldan er komin at standa har ella hvør er komin við henni.
- Kanska er tað onkur, sum hevur funnið hana og veit, at eg búgvi her, ella er tað onkur, sum hevur tikið hana og síðani hevur fingið ringa samvitsku, sigur Magnar.
Teldan stóð við inngongina til skúlaheimið við einum lepa við áskriftini: »Teldan er her«.