Magna og HIK halda jól á næstaftasta plássinum

HIK hevur tapt átta av 11 dystum í næstbestu deildini

Í dag spældu Magna Tórðardóttir og hennara liðfelagar í HIK seinasta dystin í hesum árinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

HIK tapti greitt 20-26 fyri DHG Odense í botnuppgerðini á útivølli. Í steðginum var DHG á odda 14-6.

 

HIK hevur tapt átta av 11 dystum, og tær liggja næstaftast í deildini við bert seks stigum. Tó er bert eitt stig upp til Gudme á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár tá grundspælið er liðugt. 

 

Magna var ikki millum málskjúttarnar hjá HIK í dag.

 

Kappingin í næstbestu donsku deildini verður tikin uppaftur 7. januar.