Magna Auðunsson í Norðoya Kunningarstovu

Landslagið í Norðoyggjum og barnaárini í Klaksvík er nakað av tí, sum hevur givið íblástur til málningarnar hjá Magnu Auðunsson, sum hendan mánaðin hevur framsýning í Norðoya Kunningarstovu

Magna Auðunsson hevur búð nógv ár í Íslandi, har hon eisini av álvara byrjaði at royna seg sum listakvinna. Um tíðina í Íslandi sigur Magna, at umhvørvið var sera kveikjandi, bæði tá tað ráddi um tekni- og málihættir, men eisini í tí praktiska arbeiðinum við at ramma inn og og seta framsýningar upp.
Magna hevur nomið sær kunnleika um list frá lærarum á Listaskola Islands, Hægri lærustovni í Aberdeen, á Thorstedlund Kunsthøjskole í Danmark og eisini á Føroya Læraraskúla, har hon tók læraraútbúgving við list sum sergrein. Hon hevur búð í Føroyum síðani fyrst í nítiárunum og hevur havt hópin av framsýningum bæði her heima, í Íslandi, Noreg, Svøríki og Danmark.
Um íblásturin til sínar málningar sigur Magna soleiðis
- Mínar naturalistisku landslagsmyndir verða til í eini samanrenning av náttúruupplivingum og tí innara universinum, tí innara landslagnum. Eg gjørdist tíðliga sera hugtikin av náttúruni rundan um meg. Tað kennist sum at upplivingar, myndir og hugløg frá barnaárunum hava sett seg føst á nethinnuna, og tað kann onkuntíð verða til mystiskar og abstraktar málningar, sigur Magna.
26 størri og smærri akrylmálningar eru við á framsýningini í Norðoya Kunningarstovu, sum er opin allan apríl mánað.