Magn hevur goldið vinningsbýti og tímalønt farin í ALS

Í Íslandi hevur felagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum, verið fyri stórum atfinningum fyri at gjalda eigarum vinningsbýti og samstundis taka av hjálparpakkum frá tí almenna.

P/F Magn í Føroyum hevur gjørt tað sama. Á aðalfundinum 13. februar samtykti felagið ársroknskapin fyri 2019. Sambært roknskapinum hevur felagið keypt eginpartabrøv fyri góðar 33 milliónir krónur. Hetta er avgerð, sum er tikin í 2018 og pengarnir goldnir eigarunum í 2019. Íslendski eigarin er Skeljungur hf, sum í Íslandi hevur verið fyri stórum atfinningum, tí at felagið hevur brúkt hjálparpakkar í Íslandi við almennum pengum, samstundis sum felagið hevur rindað eigarunum vinningsbýti.

Sambært Kringvarpinum er tað komið illa við hjá nógvum íslendingum, at stór og rík virki hava brúkt pengar úr ríkiskassanum til at gjalda fólki sínum løn, samstundis sum tær geva partaeigarunum vinningsbýti og keypa egin partabrøv.

Ísland hevur samtykt almennar hjálparpakkar við lønarískoytisskipanum, eins og vit hava gjørt her í Føroyum við pengum úr Als-skipanini, men í Íslandi fara pengarnir tó úr ríkiskassanum. Men endamálið er tað sama sum her, at hjálpa fyritøkum fíggjarliga í hesum koronutíðum.

Men í Íslandi er tað komið fram, at stórar og fíggjarliga sterkar fyritøkur hava brúkt lønarískoytisskipanina.

Tvær teirra, millum annað oljufelagið Skeljungur, sum eigur Magn í Føroyum, ætla nú sambært Kringvarpnum at gjalda almennu pengarnar aftur.

Tríggjar aðrar fyritøkur siga, at tær gevast við at brúka lønarískoytisskipanina.

Eins og í Føroyum, so fæst heldur ikki í Íslandi innlit í, hvørjar fyritøkur hava søkt um almennar pengar til lønarískoyti, hóast stjórnin í Íslandi hevur biðið um, at nøvnini verða almannakunngjørd.

Men stjórarnir í báðum teimum føroysku oljufeløgunum søgdu í Degi og Viku 20. mars, at feløgini stondu allar sølubúðirnar á bensinstøðunum og sendu fólkini í ALS skipanina.

Effo hevur ikki kunngjørt roknskapin fyri 2019 enn, men seinastu fimm árini hevur felagið í miðal latið eigarunum góðar 30 milliónir krónur í vinningsbýti, og Magn hevur sum sagt omanfyri latið sínum eigara, Skeljugur hf í Íslandi 33.134.000 krónur í vinningsbýti.

Tað er eingin avmarking í lógini um hjálparpakka I í Føroyum, sum forðar feløgum at gjalda útvinningsbýti og samstundi stenda starvsfólkini í ALS. Tað er tað heldur ikki í Íslandi.