Magn hevði 28,5 milliónir krónur í yvirskoti

2016 var eitt gott ár hjá oljufelagnum Magn.

 

Nettosølan øktist úr 659 milliónum krónum í 2015 til 690 milliónur í fjør. Tað gav ein bruttovinning, sum var um sjey milliónir hægri.

 

Ársúrslitið hjá Magn í fjør var 28,5 milliónir krónur í mun til 25,7 milliónir krónur árið fyri.

 

Eginognin hjá Magn er 152,5 milliónir krónur, og vinningsbýti til íslendsku eigararnar, Skeljungur hf, var 10 milliónir krónur.