Hendan dagin, vit vitja inni á viðgerðarstovuni hjá Anitu í Nólsoyar Pálls gøtu í Klaksvík, er Mása Tróndheim komin at fáa mýking í stólinum. Mása hevur skrivstovuarbeiði, og síðani hon byrjaði í starvinum fyri trimum árum síðani, hevur hon oftari og oftari kent seg stíva og eyma í herðum og lendum.
Finnur eym støð
- Fleiri av mínum starvsfeløgum fáa regluliga mýking í stólinum. Tey hava latið so væl at, at eg helt, at eg eisini skuldi royna, sigur Mása og setur seg í stólin. Ein minuttur gongur, meðan stólurin stillar seg inn eftir hæddini og kropsbygnaðinum hjá Másu. Út frá einum handtaki, sum Mása heldur í hondini, mátar stólurin pulsin og finnur soleiðis fram til tey eymu støðini á kroppinum, sum samstundis verða at síggja á einum telduskíggja. Á skíggjanum byrja nú fleiri punkt runt lendarnar at blinka, og spakuliga byrjar stólurin at mýkja.
- Eg fái eitt sindur ilt tey eymu støðini, har stólurin tekur rættiliga djúpt. Runt um herðarnar kennist tað, sum at vøddarnir verða toygdir heilt út, sigur Mása, meðan tað týðiliga sæst, hvussu mýkirørslurnar fara ígjøgnum alla kroppin. Eftir bert 15 minuttir hevur stólurin mýkt hvønn einasta vødda í kroppinum, heilt frá hárbotninum niður undir iljarnar
- Hetta følist ótrúliga gott - serliga aftaná, sigur Mása. Hetta er aðru ferð hon roynir stólin, men avgjørt ikki síðstu ferð, sigur hon.
Pínan hvarv
Eymir vøddar og spenningar í kroppinum kunnu fáa sera óhepnar fylgjur. Letur tú standa til, verða spenningarnir sum frá líður ofta til so álvarsliga pínu, at tú illa fært virka í gerandisdegnum. Kortini eru tað mong, sum halda seg bara vera grenjut, tá tey eymka seg um vøddaspenningar.
Nakað soleiðis hugsaði flakakvinnan Anita Dam eisini, tá fyrsta pínan í ryggi og nakka byrjaði at gera vart við seg. Sum frá leið gjørdist pínan so ring, at Anita varð noydd at gevast at arbeiða og fekk illa gjørt vanligt húsligt arbeiði.
- Eg royndi alt møguligt, men tað virkaði ikki, sum at nakað hjálpti nóg væl. Eitt sindur av tilvild hoyrdi eg um Dr. Magic mýkingarstólin og helt, at eg skuldi royna. Eftir bert fáar ferðir í stólinum, varð pínan linnað so mikið, at eg fekk gjørt tað mesta av tí húsliga aftur, sigur Anita.
Eftir at hava tikið skeið í, hvussu stólurin virkar og skal brúkast, byrjaði hon sjálv at bjóða viðgerðina fram.
- Eg setti mær fyri at gera mítt til, at onnur kunnu fáa somu góðu hjálp , sum eg fekk. Eg veit, at tað eru nógv, sum ganga og pínast uppá sama máta, sum eg gekk, og pínan fer also ikki burtur av sær sjálvum. Heldur tvørturímóti, sigur Anita. Hon greiðir frá, at pínan sum frá líður verður ein ónd ringrás, tí jú meir pínu, tú hevur, jú meir spennir tú í vøddunum, sum ger pínuna uppaftur verri.
Enn kann Anita ikki átaka sær eitt arbeiði, har hon skal standa uppi allan dagin, men pínan er horvin, og tað hevur alt at siga.
- Øll áttu veruliga at unt sær eina løtu í mýkingarstólinum, sigur Anita avgjørd.
Tey allarflestu kunnu nýta Dr. Magic mýkingarstólin, sum hevur fýra ymisk programmir at velja ímillum, ið kunnu lagast til tørvin hjá tí einstaka. Um tú hevur hug at royna ella vilt vita meira, er Anita Dam at hitta á tlf. 443336 ella 222152










