Hóskvøldið og fríggjakvøldið verður eitt serligt undirhaldstiltak í Stranda Bio, sum er partur av bygdahúsinum á Strondum, har Ásbjørn Berthelsen fer at undirhalda!
Ásbjørn Berthelsen hevur undirhildið við gykli og kynstrum í nógv ár. Mest hevur tað verið fyri børnum, men henda sýningin er ætlað vaksnum! Her verður gyklað við kortum, myntum, árum, hosum, knívum og mongum øðrum. Eisini verður høvið at síggja heimsins elsta tricks, og eisini ber til at hoyra søguna um hvat Ásbjørn gjørdi, tá hann bleiv biðin um at gykla fyri stórari fjøld uttan nakra gyklaútgerð.
Saman við Ásbirni er eisini ein DJ, sum fer at seta dám á við tónleiki.
Sýningin, sum hevur fingið heitið "Magic Night", byrjar klokkan 20.00 hóskvøldið og fríggjakvøldið.