Sum Sjúrður Skaale, frásøgumaður, so rámandi segði, so var talan um ein túr oman eftir Memory Lane, tá Maggie Reilly og FR David komu á pall í nakað seinkaðu Summarfestivalskránni fríggjakvøldið. Og Maggie kom eisini við teim góðu hittunum, men inn ímillum var eisini annað tilfar, sum var heldur stilt til Vágsbø klokkan 01:30.
Lurtararnir á Vágsbø vóru kanska ikki í rætta lagnum til ein kassaguitarleikara í kilti og knæsokkum, millum allar droparnar á Vágsbø, tí lívligari tónar skuldu til.
Men teir komu so eisini so av og á.
Maggie var í sjálvum sær ikki eitt upplivilsi fyri eygu og oyru, men heildin, sum hon saman við føroysku tónleikarunum kláraði at skapa, var nakað heilt fyri seg.
Ein frægd var tað at hoyra, at røddin frá áttatiárunum enn heldur sær og at føroyskir tónleikarar megna at leggja eitt grundarlag, ið er meinlíkt tí, ið vit øll kenna so væl. Og eisini pyntið, solospæl og annað, riggaði júst so, sum tað skuldi.
Jú, Maggie var heldur maggut, men hon megnaði uppgávuna at føra lurtararnar eftir minnisgøtuni og aftur í áttatiárini, og tað var eisini júst ætlanin! At hetta ikki var rætta løtan til balladur er ein onnur søga.
Moonlight
Moonlight Shadow ljómaði á Vágsbø og varð eisini lagið, ið hon sang sum eykalag, tá lurtararnir klappaðu hana framaftur. Tað gjørdu teir og tað hevði Maggie hóast alt uppiborið, tí hon sang væl og eyðkenda røddin var hin sama og við Moonligt Shadow er hon partur av poppsøguni, og hon syngur lagið til UG enn tann dag í dag.
Men á Vágsbø sást ikki skuggin av mánalýsi í øllum regninum, men við slagaranum Moonlight Shadow hjá Mike Oldfield var alt hetta gloymt, tí hetta lag hevur eginleikan at fáa ung og eldri at syngja við og leggja allar aðrar hugsanir til viks, so Maggie og Moonlight Shadow megnaðu sína uppgávu á Vágsbø.
Við løgum, hittum, sum Get to France, riggaði løtan eisini sera væl, men tað vóru tey friðarligu løgini, ið løgdu ein sjálvsagdan dempara á, og fingu ein at hugsa, at partar av framførsluni høvdu riggað líka væl fyrr á døgninum og kanska inni í onkrari høll.
Men eftir stendir hon sum kvinnan, ið sang Moonlight Shadow! Og so kann alt hitt næstan gera tað sama, tí tað var hetta, ið fjøldin fyrst og fremst vildi hava.










