Maggio og John Grant eisini avlýst

Einki av stóru nøvnunum á G! Festivalinum í ár kemur á pallin í kvøld.

 

Orsøkin er heilt einfalt, at flogførini hjá Atlantsflogi fáa ikki sett seg á flogvøllin í Vágum orsaka av mjørka. Og tí eru fyrireikararnir av G! prísgivnir til veðurumstøðurnar.

 

Jón Tyril, tónleikastjóri á G! Festivalinum, segði fyri løtu síðani á Rás2, at nú verður arbeitt við at gera eina nýggja skrá fyri kvøldið, og hon verður kunngjørd skjótast gjørligt.

 

Føroyskir bólkar sum Frændur, 200 og Frostfelt standa eisini á skránni í kvøld, og teir spæla sjálvsagt sínar konsertir. Men helst verða onkrar broytingar við tíðunum seinni í kvøld.