Maggi er havnarmaður, sonur Eigil og Jenny Gunnarsson. Hann eg giftur Birgitte. Tey eiga fýra børn og búgva í Gæsugøtu í Havn.
Maggi fór í læru sum bilmekanikari hjá Johs. Berg seinast í sekstiárunum, helst var tað í 1968. Hetta var beint eftir, at Mazda-ævintýrið í Føroyum byrjaði. Fyrsti Mazdabilurin kom til landið árið fyri, og skjótt var hann populerasti bilurin í landinum.
Maggi hevur altíð havt áhuga fyri bilum, og hann hevur fingist nógv við bilar. Tað fór ikki eitt kvøld, leygardagur ella frídagur annars, har tú ikki hoyrdi bukan, bankan og slípan úr garasjuni hjá Eigili í Dalatúni við Dalavegin, har Maggi vaks upp. Hann var altíð í sving, og mangar buglur eru rættaðar út har.
Eftir lokna útbúgving starvaðist Maggi nøkur ár hjá Hanseman Gaard, sum seldi Citroën bilar á Velbastaðvegnum. Eisini arbeiddi hann á bugluverkstaðnum hjá Carlo Petersen í Tórfinsgøtu í nøkur ár, til hann fór í starv hjá á Super Dekk Service hjá Sámali Bláhamar. Har var hann í fleiri á, til hann fór at koyra buss.
Maggi hevur eisini roynt tað, sum fáur maður hevur roynt: Hann hevur verið heimagangandi húsfaðir! Hetta var í trongu árunum fyrst í nítiárunum. Tey høvdu fýra børn, og Maggi tók á seg uppgávuna at passa børnini og halda hús og heim. Hetta starvið røkti hann í tvey ár.
Seinni fór hann á Posthúsið, og starvast hann sum bilførari hjá Postverkinum, og kemur hann víða um landið í hesum starvi.
Seinastu góðu tvey árini hevur Maggi eisini roynt seg sum blaðmaður á Sosialinum, har hann fæst við at skriva um bilar. Hann er eisini aktivur limur í Føroya Ellisakførum og í hesum sambandi fæst hann m. a. við at savna tilfar til eina bók um føroysku bilasøguna.
Maggi er burturstaddur á føðingardegnum, men vit á blaðnum ynskja honum hjartaliga tillukku!