Hóast nógv hevur verið skrivað í fjølmiðlunum um avlýsingar frá ferðamannaskipum, ið velja Føroya frá vegna grindadráp, so eru tað tó enn nøkur, ið leggja leiðina framvið Føroyar.
Í morgun vaknaðu havnarfólk til eitt tað fyrsta ferðamannaskipið, ið vitjar høvuðsstaðin í ár. Tað er ein kend sjón, tí hetta er triðju ferð, at skipið Magellan vitjar Havnina.
Fyrstu ferð var í samband við sólarmyrkingina, og seinnu ferð var 11. august í fjør.
Pláss er fyri 1250 ferðafólkum umborð á skipinum, ið er komi til Føroyar frá skotska havnarbýnum Dundee.
Magellan er bygd í Ålborg í 1985 og umbygd í 2010. Hon er 726 føtur (221 metrar) long, 46.000 bruttotons og hóast felagið,ið eigur Magellan, er bretskt, so er skipið skrásett í Bahama.
Ferdinand Magellan var ein portugisiskur sjófari, ið sigldi undir sponskum flaggi. Hann varð tann fyrsti evropearin, ið sigldi suður um Suðuramerika og varð harvið fyrsti evropeari á Stillahavinum.