Magdeburg er meistari - Füchse Berlin verður nummar tvey

Magdeburg eru greipavinnarar í Týsklandi

Magdeburg vann bundesliguna

Magdeburg er týskur meistari í manshondbólti.

 

Tað er longu greitt hóast eitt umfar er eftir at avgreiða í týsku bundesliguni.

 

Í kvøld vann Magdeburg tólvta sigurin á rað í bundesliguni. Magdeburg vann á útivølli stórsigur 34-21 (19-11) á Rhein-Neckar Löwen.

 

Magdeburg hevur 60 stig, og teir eru seks stig frammanfyri Füchse Berlin, sum uttan nakran leiklut til Hákun West av Teigum tapti 29-30 (16-15) fyri Bergischer á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Hans Lindberg, ið spældi sín seinasta heimadyst fyri Füchse Berlin gjørdist saman við Mathias Gidsel toppskjútti hjá Füchse Berlin. Teir skutu átta mál í part.

 

Füchse Berlin hevur 54 stig undan seinasta umfarinum, og teir enda á øðrum plássinum og sleppa harvið við til Champions League komandi kappingarár.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt tapti á heimavølli rættiliga óvæntað 28-34 (15-15) fyri Gummersbach. Jóhan skoraði eitt mál í dystinum.

 

HER er støðan undan seinasta leikumfarinum:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand

 

Magdeburg vann bundesliguna