Mafiametodur í Mentamálaráðnum

Á fíggjarlógini fyri 2009 varð samdøgurstovnurin fyri menningartarnað, Rásin, skorin við 10 prosentum uttan at boð vóru givin. Síðani februar hevur leiðarin roynt at fáa fatur á Mentamálaráðnum, sum ikki hevur unt honum aftur. – Eg vil ikki sita tigandi og hyggja at hesum slagnum av mafiametodum og burturtiging, sigur Morten Hust Petersen, leiðari á Rásini

Sparingar/Samskifti

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Hóast leiðarin á Rásini í Runavík, Morten Hust Petersen, í november mánaði í 2008 hevði fingið tilsøgn frá Mentamálaráðnum um, at játtanin fór at verða tann sama í 2009 sum í 2008, fann hann í februar mánaði av tilvild út av, at stovnurin varð skorin við 10 prosentum.

- Hetta kom sum eitt sindur av einum sjokki, sigur Morten Hust Petersen í lesarabrævi í Sosialinum í gjár.

Rásin í Runavík er ein samdøgurstovnur, sum er ein skúli fyri ung við menningartarni, og hoyrir tí undir Mentamálaráðið. Stovnurin varð settur á stovn í 2003 sum eitt skúlatilboð til ung við breki í aldrinum frá 18 árum og upp eftir.

Endamálið hjá stovninum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.

Skúlatilboðið er ein royndarskipan, sum heldur fram í 6 ár, og hvørt skúlaskeið er í mesta lagi 3 ár. Tað er pláss fyri átta næmingum á hvørjum skeiði.

Men eftir at játtanin varð skorin við 10 prosentum, ella góðum 12,5 prosentum av lønarkarminum, hevur stovnurin ikki ráð at seta tímalærara í eitt nú føroyskum og støddfrøði.

- Tí verður undirvísingin røkt av námsfrøðingum og hjálparfólkum, og tað er langt frá optimalt. Eg kundi sjálvandi valt at koyra okkurt av starvsfólkunum úr starvi, til tess at fáa ráð til hetta.... Men tað letur seg ikki gera at reka ein stovn við samdøgurstilboði við bert 4 starvsfólkum, uttan so at døgnið verður stytt 1½ tíma, greiðir Morten Hust Petersen frá.


Tigandi Mentamálaráð

Tá Morten Hust Petersen í februar mánaði fann út av, at játtanin til stovnin var skorin, vendi hann sær beinan vegin til Mentamálaráðið. Hann vildi hava eina frágreiðing frá ábyrgdarhavandi, ið er Janus Jensen, undirvísingarleiðari fyri fólkaskúladeildina. Hetta eydnaðist honum tó ikki.

- Eg legði óteljandi boð til bæði hann og skrivaran hjá honum, sendi teldubræv, har eg vísti á mína undran yvir, at eg einki hevði fingið at vita um hetta, og legði upp til ein dialog um møguligar sparingar. Men líka hjálpti. Eg varð bara møttur við tøgn, hvørki telefonboðini ella teldubrævið (sent tann 4/2-09) vórðu svarað, sigur Morten Hust Petersen.


Mafiametodur og burturtigan

Tá Morten Hust Petersen eftir ein mánað ikki hevði fingið svar frá deildarleiðaranum í Fólkaskúladeildini, vendi hann sær til toppin, landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, til tess at fáa í lag dialog og til at fáa eina frágreiðing.

- Men landsstýriskvinnan var ógjørlig at fáa fatur á, hóast eg legði fleiri boð hjá skrivaranum hjá henni og sendi henni teldubræv, vísir leiðarin á Rásini á.

Teldubrævið er sent tann 19.mars, men eftir meira enn tríggjar mánaðir hevur hann einki hoyrt frá hvørki landsstýriskvinnuni ella Mentamálaráðnum.

- Nú vóru góð ráð dýr, tá eg ikki ynski at sita tigandi og hyggja at hesum slagi av mafiametodum og burturtigan, staðfestir Morten Hust Petersen.

Tá Morten Hust Petersen hevði roynt seg uttan nyttu, vendi hann sær seinast í mars mánaði til Føroya Pedagogfelag




LES EISINI greinarnar: "Líkist svartasta ongum" og "Ikki í lagi"