Í dag varð ein rakett skotin eftir einum Mærsk-skipi í Reyða Havinum.
Sum skilst, var tað um reppið, at rakettin rakti skipið.
Hetta upplýsir danska reiðarríið yvir fyri Shippingwatch.
Mærsk-skipið var á veg úr Salalah í Oman til Jeddah í Saudi Arabia.
Eitt talsfólk hjá Mærsk-reiðarínum sigur, at manning og skip nú eru í tryggleika.
- Nú verður arbeitt við at finna út av fakta um hendingina, leggur talsfólkið aftrat.
Fleiri slíkar hendingar hava verið í Reyða Havinum, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas brast á.