Ein rakett hevur í dag havt kós ímóti einum skipi hjá danska reiðarínum Mærsk nærindis Reyða Havinum.
Tað váttar reiðaríið fyri Shippingwatch, sum leggur afturat, at rakettin ikki rakti skipið, sum var á veg úr Salalah í Oman til Jeddah í Saudi-Arabia.
– Manningin og skipið eru komin úr vanda. Nú arbeiða vit enn uppá at staðfesta, hvat er farið fram, skrivar talspersónurin frá Mærsk til Shippingwatch.
Bretski martimi stovnurin UKMTO hevur greitt frá um eitt álop nærindis Bab-El-Mandeb-sundið við Reyða Havið. Stovnurin mælir ørðum skipum til at sigla varisliga í økinum og greiða frá einihvørjum illgrunasomum virksemi.
Fleiri reiðarí hava seinastu tíðin verið fyri álopum í Reyða Havinum. Týsdagin var eitt norskt tangaskip rakt í Reyða Havinum av eini rakett úr Yemen.
Enn eru ongar upplýsingar um, hvat ítøkiliga er orsøkin til álopið, ella hvør ið hevur fram tað.
Men Houthi-rørslan, sum hevur eftirlitið við stórum pørtum av norðrara Yemen, hevur hótt við at leypa á øll skip í Reyða Havinum, sum hava kós ímóti Ísrael.
Hon hevur áður boðað frá, at hon stendur aftan fyri álopið á norska tangaskipið. Sambært einum hernaðarligum talspersóni fyri rørsluna noktaði norska skipið at svara fleiri ávaringum.
Keldur í rørsluni siga, at hetta virksemi vísir stuðul til palestinar í Gazageiranum, har Ísrael er í kríggi við hernaðarligu Hamas-rørsluna.
Uttan at nevna kríggið millum Gaza og Ísrael skrivar Mærsk, at seinastu álopini í Bab-El-Mandeb-sundinum eru »sera ørkymlandi«, og at shipping ídnaðurin ikki fær loyst hetta einsamallur.
Tað krevur sambært Mærsk, at politisk stig verða tikin.
Ísrael hevur fordømt líknandi álop á onnur skip og sagt, at álopini hava avleiðingar fyri altjóða trygdina á havinum.
Í november tóku houthiar harumframt eitt bretskt farmaskip, sum eftir øllum at døma hevði samband við eitt ísraelskt virki.
Í Vesturheiminum óttast tey nú fyri, at houthiararnir, sum hava stuðul úr Iran, kunnu vera við til at fáa kríggið millum Ísrael og palestinsku Hamasrørsluna til at breiða seg til aðrar partar av miðeystri.
/ritzau/