Mærsk selt sín part í russiskum havnum og sleppur undan Russlandi

Mærsk hevur leingi roynt at sloppið av sín ognarlut í russiska felagnum Global Ports. Tað er nú eydnast.

 

Mærsk hevur selt sín ognarlut upp á 30,75 prosent av russiska havnarfelagnum Global Ports (GPI).

Tað upplýsir reiðaríið í tíðindaskrivi.

Tað verður selt, eftir at reiðaríið síðani russisku innrásina í Ukraina síðst í februar hevur roynt at sloppið sær av við hendan ognarlutin.

Keyparin er russiski parnarin og núverandi medeigari í Delo Group. Tað er sambært vinnumiðlinum Finasn felag hjá russiskum ríkmanni.

Tað er havnarfelagið hjá Mærsk, APM Terminals (APMT), sum hevur gjørt avtaluna, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Global Ports rekur seks bingjuterminalar í Russlandi og tveir í Finnlandi.

Einki verður sagt um prís.

/ritzau/