Maersk Memphis: Eingin bumba var umborð

Myndugleikarnir lata nú havnina í Charleston uppaftur

Í nátt var havnalagið í Charleston á eysturstrondini í USA evakuerað, tí myndugleikarnir kannaðu ein illgruna um, at ein sonevnd skitin bumba var umboð á bingjuskipinum Maersk Memphis, sum liggur við kai har.

Ein skitin bumba er ein bumba sum inniheldur eitt bland av vanligum spreingievni og geislavirknum evni. Amerikanskir myndugleikar hava kannað Maersk Memphis, og teir hava júst nú boðað frá, at eingin bumba varð funnin, og havnin í Charleston verður latin uppaftur.