Maersk Line koyrir 400 til hús

Bingjudeildin hjá A.P. Møller-Mærsk, Maersk Line, hevur gjørt av at siga 400 av sínum starvsfólkum úr starvi. Av teimum 400 arbeiða 250 í Keypmannahavn. Orsøkin er sambært felagnum, at høvuðsskrivstovan skal umskipast.

Herfyri kunngjørdi A.P. Møller-Mærsk roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, og hann vísti, at Maersk Line hevði 3,4 milliardir krónur í hali tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør hevði felagið 2,5 milliardir krónur í avlopi. Maersk Line hevur lækkað farmagjøldini millum Evropa og Asia, og felagið hevur sagt, at raksturin í ár fer at geva hall.

Umleið 25.000 fólk arbeiða hjá Maersk Line, sum stendur fyri 42 prosentum av umsetninginum hjá A.P. Møller-Mærsk.