Tað er vantandi at Maersk Line fer at hava eitt milliardaundirskot í 2008. Partafelagsmarknaðurin er samdur um, at tað verður torført hjá reiðaríðnum, at vinna pening komandi tvey árini.
Sjálvt um fleiri rakstrarábøtur eru gjørdar tey seinastu árini, so hava oljuprísurin og marknaðargongdin í heiminum gjørt, at Maersk Line aftur fer at hava milliardaundirskot í 2008, sjálvt um gongdin varð vend rætta vegin í 2007. Tað skrivar Børsen.
Heldur ikki sær tað ljóst út fyri 2009, sjálvt um stórar rakstrarbroytingar eru gjørdar, sum av álvara fara at telja við í rakstrarúrslitinum fyri 2009.
?Vit meta, at Maersk Line kemur at hava tap bæði í 2008 og 2009, mett verður at tapið av rakstrinum fer at liggja um 5 milliardir fyri hvørt árið?, sigur Peter Rothausen greinari í Kaupting Bank.
Maersk Line hevur síðan teir keyptu tað hollenska-bretska felagið P&O Nedlloyd, havt stórar rakstrartrpulleikar, Rothausen í Kaupting Bank roknar nú við størri tapi, enn higartil mett.
Greinarin Rothausen hevur gjørt sær hesa niðurstøðu útfrá teimum negavitu ábendingunum um heimsbúskapin.









