Mærsk hevur keypt felagið LF Logistics, sum hevur høvuðsskrivstovu í Hongkong, fyri slakar 24 milliardir krónur. Hetta skrivar Ritzau.
LF Logistics fæst við at skipa flutning fyri framleiðarar innan móta, lívvstíl og detailhandil, og millum kundarnar eru nógv kend vørumerki. 10.000 fólk starvast í felagnum, sum hevur 223 goymslustøð í 14 londum í Fjareystri og í Kyrrahavinum. LF Logstics væntast at hava 8,5 milliardir í umsetningi í ár, men hann verður væntandi tvífaldaður fram til 2026.
Mærsk gjørdi fyri nøkrum árum síðani nýggja strategi fyri sítt virksemi. Sambært hesari ætlan skal Mærsk ikki bert sigla vørur um høvini. Mærsk vil standa fyri flutningi frá byrjan til enda og eitt nú eisini skipa fyri flutningi á landi. Keypið av LF Logistics er ein liður í hesari ætlan.
Keypið av LF Logistics skal formliga gjøgnumførast í 2022 og skal góðkennast av myndugleikum.
2021 verður helst besta ár hjá Mærsk nakrantíð. Roknað verður við, at samtakið forvann yvir hundrað milliardir krónur í ár.











