Fyrrapartin leygardagin fór Maersk Edgar út um aftur Saltnesgrynnuna. Eftir í nakrar dagar at hava ligið við bryggju í Runavík, har MEST syrgdi fyri, at umvælingar vórðu gjørdar, varð kósin sett ímóti Póllandi.
Sambært Tórbirni Jacobsen, havnameistara í Runavík, gekk umvælingararbeiðið soleiðis, sum tað varð roknað við.
Stóri spurningurin er nú, um onnur av skipunum hjá Maersk Tankers fara at koma henda vegin í umvælingarørindum.
Páll Slættanes úr Havn, sum er tekniskur inspektørur hjá Maersk Tankers, útihýsir ikki møguleikanum. Hann hevur fleiri av skipunum hjá felagnum um hendi, og eitt nú skal hann tryggja, at skipini eru í góðum standi, og at alt umborð er fyrsta floks.
Í samrøðu við Jan Müller á oljan.fo segði Páll Slættanes fyri nøkrum døgum síðani, at positiva umrøðan í sambandi við at West Hercules varð umvældur á Skálafjørðinum bar við sær, at honum kom møguleikin til hugs, at tá ið føroyskir handverkarar og veitarar megna at umvæla ein av heimsins størstu oljupallum, so átti einki at verið í vegin fyri at umvælt tangaskip hjá Maersk. Páll Slættanes heldur, at umvælingin av fyrsta Maersk skipinum nakrantíð í Føroyum kann vera við til at seta ringar í sjógvin á sama hátt, sum West Hercules fekk tað.
Nú verður spennandi at síggja, um nakað Maersk skip fer at stevna inn aftur á Skálafjørðin, sum Maersk Edgar í góðveðrinum fyrrapartin í gjár stevndi út av.