Afturvendandi tíðindi frá fólki í ferðavinnu og flogferðslu vilja vera við, at danska flogfelagið Maersk Air ætlar at gevast at flúgva til Føroya. Felagið hevur røkt hesa flúgving í 34 ár.
Leiðslan í Maersk Air vil ikki vátta hesi tíðindi. Men tey verða heldur ikki afturvíst.
?Vit arbeiða alla tíðina við framtíðarætlanum, og tað er eingin endalig støða tikin enn, um vit fara at gera hatta, tú nevnir, ella ikki, sigur stjórin i Maersk Airt, Finn Øelund, umvegis kunningarstjóran í felagnum.
Per Brinch, kunningarstjóri, sigur, at honum er kunnugt, at stjórin, Finn Øelund, hevur tosað við onnur flogfeløg um famtíðarætlaninar hjá Maersk Air. Eitt av hesum feløgum er Atlantic Airways, sigur Per Brinch. Men hann vil ikki siga nágreiniliga, hvat tosað hevur verið um. Bert tað, at eingin endalig støða er tikin.
Tað einasta, hann vil siga um Føroyarutuna er, at Maersk Air hevur havt framgongd í ferðafólkatali síðan í vetur. Tað er ikki einans tí, at fleiri fólk ferðast, sigur hann. Felagið kann vísa á ein størri prosentpart av teimum, sum ferðast, sigur kunningarstjórin hjá Maersk Air.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur í stuttari viðmerking, at hann kennir ikki til slíkar ætlanir hjá kappingarneytanum.
?Tað er eingin ynskistøða, um tað hendir. Men verður tað veruleiki, fara vit at spenna okkum so mikið meira út á farleiðini til Danmarkar. Vit hava umstøður til tað í løtuni, nú vit hava trý flogfør, sigur Magni Arge, sum heldur, at tænasta verður ikki verri, um bara eitt felag fer at flúgva millum Føroyar og Danmark.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá øðrum pørtum í ferðavinnuni, áðrenn blaðið fór til prentingar