Maersk Air nýggj flogfør

MAERSK AIR hevur fingið enn eitt nýtt flogfar av slagnum Boeing 737-500 SP. Aftaná heimflúgvingina til Danmarkar er flogfarið farið at flúgva á uttanríkisleiðunum.

Tey halda á við at betra um flogførini. Dentur verður lagdur á at minka um larm, nýstlu av brenniorku og viðlíkahaldsútreislur. Við endan av desember í ár fær MAERSK AIR tað fyrsta flogfarið av einum nýggjum slagi hjá Boeing. Tað er slagið Boeing 737-700. MAERSK AIR er tað fyrsta flogfelagið í Evropa sum roynir hetta flogfarið.