Maersk Air fer at lata egna ferðaskrivstovu upp í Handilskjarnanum í Havn tann fyrsta juli. Væntandi fara eini trý fólk at arbeiða á skrivstovuni.
Maersk Air ætlar sær størri part av ferðafólkatalinum loftvegis millum Føroyar og Danmark, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutuleiðari hjá Maersk Air.
Maersk Air hevði fyrr Flogfelag Føroya sum fast umboð í Føroyum, men segði hesa avtaluna upp fyri nøkrum árum síðan.
Nú verður farið aftur hinvegin, sigur Keld Mosgaard. Men hesaferð við egnari skrivstovu, sum skal royna at fáa størri part av ferðafólkunum í bláu flogførini.
Hann sigur, at tað er neyðugt at koma nærri kundunum, og tað gerst best við eini skrivstovu í økinum, heldur hann. Enn er fólk ikki sett at taka sær av hesi tænastuni. Søkt fer at verða eftir leiðara fyrsta dagin. Væntandi fara eini trý fólk at arbeiða á nýggju ferðaskrivstovuni í Handilskjarnanum.
Eisini á øðrum økjum er Maersk Air farið at gera vart við seg í Føroyum. Eitt nú við sponsoravtalum innan ítróttin. Bæði B36 og Sumbiar Ítróttarfelag hava gjørt sponsoravtalu við felagið. Og kanksa er onkur onnur ávegis eisini, vilja tey halda hjá Maersk Air.
Keld Mosgaard Christensen sigur, at Maersk Air er komið fyri at verða í Føroyum. Hóast flogferðalsan ikki soleiðis sum heild, eru ikki ætlanir um at minka um virksemið á Føroyarutunum. Heldur øvugt, sigur hann og vísir til at felagið nú fær egna skrivstovu í Føroyum.
Maersk Air hevur umframt Føroyarutuna eisini rutuflúgving úr København og Billund til fleiri europeiskar floghavnir.