Flogferðsla
Maersk Air letur jóltatilboð á rutunum millum Føroyar og Danmark. Spælikapping er í donskum sjónvarpi, har til ber at vinna ferðir við Maersk Air. Til ber at keypa gávukort til flogferðaseðlar hjá felagnum, eins og skipað verður fyri nýggjari lufthavnsrutu í Jyllandi.
Síðan fríggjadagin 18. oktober hevur verið møguligt at keypt bíligar ferðaseðlar á rutunum hjá Maersk Air millum Føroyar og Danmark.
Prísurin millum Vágar og Billund er kr. 1.993,- meðan hann millum Vágar og Kastrup er 1.955,-.
Men tað fylgja ávísar treytir við kortini, um ein ætlar sær bíliga til Danmarkar at ferðast undan jólum, ella at halda jól í Danmark.
Tíðin, til ber at ferðast bíliga millum londini, er millum 10. december og fimta januar næsta ár. Ferðaseðilin skal vera keyptur i seinasta lagi sjey dagar, áðrenn farið verður avstað, og tann ferðandi skal í minsta lagi vera burtur sunnunátt, men kann í mesta lagi vera burtur í 21 dagar. Einki endurgjald verður givið, um ein av einihvørji orsøk ikki fær nýtt ferðaseðilin kortini. Heldur ikki kann ferðaseðilin broytast ella býtast um.
Barnafrádráttur er at fáa á hesum ferðunum. Børn millum tvey og ellivu ár fáa 33 prosent í frádrátti. Børn, sum eru yngri enn eitt ár, fáa 33 prosent í avslátti, um tey hava egið setur, meðan frádrátturin er heili 90 prosent, um einki setur er.
Gávukort og bussur
Maersk Air sigur eisini í tíðindaskrivinum, sent er út um dagarnar, at nú ber til at keypa gávukort til feðraseðlar hjá felagnum.
Tað er ikki neyðugt at keypa ein fullan feðraseðil, um ein ynskir at lata onkrum ein flúgvandi jólagávu. Til ber eisini at fáa gávubræv, sum er partur av ferðaseðlinum, um ein hevur hug til tess, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Fyri fólk, sum búgva í Jyllandi, serliga í Århus og har á leið, er áhugavert, at Maersk Air setir ein eyka lufthavnsbuss í rutu millum Århus og Billund, nú vetrarferðaætlanin kemur í gildi.
Galdandi frá 27. oktober ber nú til hjá teimum, sum skulu vera tíðliga á flogvøllinum í Billund, at fara við bussi úr Århus longu klokkan 04.30 á morgni og vera í Billund klokkan fimm minuttir í seks.
Virðislønarveiða
Mánadagin byrjaði heilt nýtt tiltak, sum Maersk Air og TV Danmark 2 standa fyri. Talan er um eina sonevnda virðislønarveiðu, har ein, við at fylgja við sendingunum hjá TV Danmark 2, kann vera við í lutakasti um spennandi ferðavirðislønir frá Maersk Air.
Tað ræður um at halda eyga við fýra ymsum figurum hjá TV Danmark 2. Jesper, Berthel, Heidi og Casper, siga tey, at teir eita.
Tá tú so sært ein teirra á skíggjanum, er at vera kvikur og senda SMS ella ringja til telefonnummarið, sum vist verður á skíggjanum.
Hvønn dag verða lutað burtur ein ferð fyri tvey á nýggju rutunum hjá Maersk Air millum Kastrup og Barcelona ella millum Billund og München, sigur Maersk Air í tíðindaskrivinum, sent er út um dagarnar.
Nágreiniligari fæst at vita á heimasíðuni hjá Maersk Air, sum er www.maersk-air.dk










