Flogferðsla
Gongdin í flogferðsluni seinastu tíðina hevur verið undirskot og samanleggingar, har stóru feløgini hava lagt tey smærru undir seg. Men Maersk Air hevur klárað seg væl.
Á tíðindafundi á Hotel Hafnia í gjár varð ársroknskapurin hjá danska flogfelagnum Maersk Air lagdur fram. Bjarne Hansen, nevndarformaður, og Ole Dietz, stjóri í Maersk Air, løgdu roknskapin fram.
Bjarne Hansen, nevndarformaður segði frá gongdini í flogferðsluni sum heild í fjør, at tað var rættiliga tungt at reka flogferðslu. Serliga vóri tveir faktorar, sum ávirkaðu, og sum eisini í ávísan mun sínámilum hingu saman. Tað vóru høgi dollarakursurin og tann ógvuliga høgi oljuprísurin.
Bjarne Hansen ásannaði, at hjá nógvum flogfeløgum hevði høgi prísurin á brennievni gjørt, at tað komu reyð tøl í niðastu røð á roknskapinum. Men hann fegnaðist um, at Maersk Air ikki var millum teirra. Heldur hinvegin var úrslitið betri enn í 1999.
So væl hevði ikki gingið øllum. Hann nevndi eini tvey dømi, har annað felagið hevði eitt undirskot upp á 65 milliónir dollarar, og hitt einar 100 milliónir krónur.
Eitt felag, sum varð nevnt í tosinum um yvir- og undirskot i vinnuni, var Atlantsflog. Og hildið var, at tað var væl atborið, at felagið kláraði at halda eitt yvirksot undir teimum treytum, vinnan arbeiðir undir.
Bjarne Hansen kom eisini inn á rákið í flogferðsluni í dag, har alt meira vanligt tykist vera, at stór feløg keypa smærri feløg. Seinasta dømi, vísti hann á, er at SAS so seint sum í fyrradagin boðaði frá, at felagið hevði keypt stóra norska flogfelagið Braatens.
Spurdur um, hvat Maersk Air fór at gera, um eitt boð kom upp á felagið, svaraði Bjarne Hansen, nevndarformaður í Maersk Air, stutt og kontant:
»Maersk Air er ikke til salg«.
Hann vísti á, at eftir sum hann dugdi at síggja, var lítið eftir av flogfeløgum í Skandinavia uttan fyri SAS.
Í Noreg dugdi hann einki at finna. Í Svøríki eitt og í Danmark eini trý, har av Maersk Air var eitt.
Tá hugsaði hann sjálvandi um londini, har SAS arbeiðir. Tí sjálvandi eru bæði Finair og Icelandair framvegis á flogi.
Umframt er so Grønlandsfly. Men tað felagið hevði heldur ikki nakað gott ár í fjør, og eisini har vísti roknskapurin eitt undirskot.