Maersk Air gjarar út

Maersk Air bjóðar kundum sínum, sum ferðast úr Føroyum, eina heilt nýggja bonusskipan, sum ikki er kend nakra aðrastaðni í heiminum. Tað merkir tó ikki, at verandi EuroBonus skipnain verður avtikin. Heldur at ein kemur afturat

Ferðafólk, sum ferðast við Maersk Air millum Vágar og Danmark, fáa nú møguleika fyri at royna eina heilt nýggja bonuskipan, sum ikki finst aðrastaðni í heiminum. Skipanin gevur møguleika til einahvørja bonusvøru longu frá fyrsta túri, flogið verður úr Føroyum. Skipanin er bara galdandi fyri ferðafólk, sum skriva seg inn í Vágum.
Skipanin gongur út uppá, at fólk, sum ferðast úr Føroyum fá eitt merki sett á eitt kort, sum tey so kunnu brúka beinanveg ella goyma til seinni brúk, tá tey hava savnað fleiri bonusmerki. 100 stig verða givin fyri hvørja innskriving, og tá ein hevur savnað 500 stig, geva tey rætt til ein feðraseðil á rutunetinum hjá Maersk Air út í Europa.
Skipanin er persónlig, soleiðas at skilja, at ikki ber til hjá fleiri fólkum í sama húski at savna bonusstig og so leggja saman, so ein kann fara ein túr til Paris ella Athen.
Skipanin líkist eitt sindur EuroBonus skipanini, har tó er galdandi, at tú kanst lata stigini til onnur.
Kasper Gjedsted, sølumaður há Maersk Air, sum saman við Tommy Djurhuus, leiðara á Maersk Air skrivstovuni í Havn, legði skipanina fram, sigur at talan er um heilt nýggja skipan, sum onga aðrastðani er roynd fyrr yvirhøvur. Og vísir hon eg at rigga væl í Føroyum, er ikki óvist, at hann eisini fer at verða nýtt á øðrum rutum hjá felagnum eisini, sigur hann.
Ein faldari, sum lýsir skipanin, verður borin í hvørt hús í landinum komandi dagarnar, og har ber so til at lesa nærri um skipanina.
Vanliga plaga ymsar treytir at liggja við slíkum skipanum. Men her er bara tann treyt galdandi, sigur Kasper Gjedsted, at ferðast skal við Maersk Air úr Føroyum.
Hóast ein brúkar hesa nýggju Maersk Air Bonus skipanina, er kortini eisini møguligt at nýta EuroBonus.
Bonuskortini, sum eru fest á faldaran, sum nú verður borin út, verða eisini at fáa á ferðaskrivstovunum, sum selja ferðaseðlar fyri Maersk Air. Men skal ein hava vinningar útflýggjaðar, kann tað bara gerast á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn.