Maersk Air fingið nýggjan stjóra

Nýggi stjórin í Maersk Air tók við starvinum 1. september. Hann kemur úr øðrum starvi hjá A.P. Møller

 

Stjóraskifti


Flemming Ipsen tók 1. september við sum nýggjur stjóri í Maersk Air eftir Ole Dietz.

Ole Dietz noyddist úr starvinum eftir málið um kartelavtaluna við SAS, sum var fyri fyrr í summar.

Flemming Ipsen flytir úr stjórastarvi hjá A.P. Møller í Singapore, har

hann hevur starvast seinnu árini. Hann hevur annars verið í starvi hjá A.P.

Møller síðan á nýggjárinum 1977.

Bjarne Hansen, fyrrverandi nevndarformaður í Maersk Air, fer í starvið,

sum Flemming Ipsen sat í í Singapore.Hann noyddist eisini frá orsakað av

kartelavtaluni við SAS.