Leiðslan í danska flogfelagnum Maersk Air fer í dag at almannakunngera, at felagið fer undir eitt stórt átak, sum skal hjálpa tí illa stadda felagnum.
Sambært donskum bløðum fer Maersk Air undir fleiri nýggjar rutur til lond í Suðurevropa, samstundis sum prísurin á í hvussu er summum ferðaseðlum verður væl lægri enn vanligt. Maersk Air hevur tvær ferðir fingið 700 milliónir krónur frá móðurfelagnum A.P. Møller, men við teimum nýggju tiltøkunum roknar leiðslan við, at felagið sleppur burtur úr teimum fíggjarligu trupulleikunum, sum tað hevur drigist við. Kortini verður roknað við, at felagið fer at hava einar 500 milliónir krónur í halli í ár.
Lítið og einki er likið út um tær nýggju ætlaninar. Eitt nú hevur Maersk Air boðað Kastrup-floghavnini frá, at felagið fer at hava fleiri fráferðir um stutta tíð, men floghavnin hevur ikki fingið at vita, hvagar flogførini skulu flúgva. Hildið verður kortini, at talan í høvuðsheitum verður um ferðir til Fraklands og Spania.










