?Kundin hevur sum kunnugt altíð rætt, og hann vil ikki hava tann viðgitna Maersk Air bollan. Tí verður bollin burturlagdur, sigur Nina Steinøe, stewardessa hjá Maersk Air.
Í samband við ymsar umskipanir umborð á flogøfrunum hjá Maersk Air, kom nýggj matskipan, har goldið verður fyri matin, ein fær, umborð. Um ein ikki ynskir tann persónliga matpakkan, veðrður ein sonevndur Maersk Air bolli latin fólki. Tað er ein tvíflís við onkrum Ímillum.
Hesi skipanini hava ferðafólkini ikki tikið undir við, sigur Nina Steinøe, og tí verður gingið frá henni aftur.
?Føroyingar eru ikki soleiðis, at teir loypa upp og rópa hart um tað, teimum ikki dámar. Men vit hava merkt tað á ferðafólkunum, at hetta var ikki tað, tey væntaðu. og fyri at gera teimum til vildar, verður nú farið aftur til tann traditionella flúgvaramatpakkan við smurdum breyði á einum bakka, sigur stewardessan, sum letur væl at føroyingum sum sera fittum fólki at flúgva við yvirhøvur.
Eisini er ein føst barnamenu at fáa umborð á flogfarinum há Maersk Air.
Nina Steinøe sigur, at tað er í grundini ein misskiljing, hatta har við at skula gjalda fyri matpakkan. Tí tað hevur ongantíð verið galdandi á Føroyarutuni, sigur hon.
Maersk Air hevur áður havt samstarv við Hotel Vágar um at lata heitan mat umborð á flogførini, sum koma í Vágar. Men tað er ikki meira, og er heldur ikki upp á tal í løtuni, sigur Nina Steinøe.
Tommy Djurhuus, sum er leiðari á skrivstovuni hjá Maersk Air í Føroyum, sigur, at ymsar broytingar eru gjørdar, sum skulu gera tað hugaligari at ferðast við Maersk Air á Føroyarutuni.
Eitt nú hevur tað verið soleiðis, at lítil tíð hevur verið hjá flogfarinum at tikið av, um lendandi ikki hevur verið í Vágum. Farið er so aftur til Keypmannahavnar beinanveg.
Nú er hetta broytt, soleiðis at tíð er sett av at bíða eftir líkindum eitt nú í Bergen, sigur hann.
Hann letur annars væl at lendingum í Vágum. Av 363 túrum í fjør vóru bara seks avlýsingar. Og nú, farast kann til Bergens at bíða, verður talið helst minni, væntar Tommy Djurhuus.