Maersk Air arbeiðir við at seta á stovn fraktrutu millum Vágar og Kastrup. Góðu fiskaprísirnir skulu vera grundarlagið undir rutuni.
Keld Moesgaard Christensen, rutuleiðari hjá Maersk Air, sigur, at ætlanin ikki er komin longri enn á tekniborðið enn. Men verður nakað burtur úr ætlanini, verður væntandi flogið tvær ferðir um vikuna á hesi nýggju rutuni í byrjanini, sigur Keld Moesgard Christensen. Men sum skilst, metir hann, at tørvurin er so mikið stórur, at flúgvingin kann víðkast, nær tað skal verða.
Keld Moesgaard Christensen sigur við Sosialin, at Maersk Air ikki í løtuni hevur flogfør tøk, men at arbeitt verður við at finna flogfør, sum kunnu leigast til endamálið. Tað verða Boing flogfør, talan verður um. Helst 737, sum er tað slagið, felagið í løtuni nýtir á føroyarutuni, sigur Keld Moesgaard Christensen.
Hann metir, at batnandi føroyski búskapurin fer at hava øktan farmaflutning við sær. Báðar vegir. Og tann óhoyrdi fiskaprísurin í løtuni ger sítt til, at Maersk Air hevur vónir um, at tað fer at bera til at flúgva við fiski úr Føroyum, skilst.
»Men ætlanin er bara á fyrireikingarstøði enn«, tekur Keld Moesgaard Christensen., rutuleiðari hjá Maersk Air, aftur í aftur.










