Teitur Samuelsen hevur í dag sagt seg úr starvi sum fíggjarstjóri á Bakkafrost. Bakkafrost boðar í tíðindaskrivi frá, at fíggjarstjórin hevur fingið annað starv og tí má nýggjur fíggjarstjóri finnast.
Les eisini Teitur Samuelsen gevst í Bakkafrost
Teitur Samuelsen vil ikki almannakunngera júst enn, hvat nýggja starvið er, ei heldur, nær hann byrjar í nýggja starvinum.
- Eg havi gjørt eina avtalu við Bakkafrost, um at eg skal vera teimum til taks, at tryggja, at skiftið til nýggjann fíggjarstjóra gongur so væl sum gjørligt, sigur Teitur Samuelsen.
Les eisini Kom óvart á
Hann váttar, at hetta allarhelst er komið óvart á leiðsluna í Bakkafrost, tí hann hevur sum so ikki havt nakrar ætlanir um at skifta starv.
- Mær hevur dámað avbera væl á Bakkafrost, sigur Teitur Samuelsen. Tað hevur verið eitt ógvuliga spennandi starv, og eg havi havt eitt ómetaliga gott samstarv við Regin Jacobsen, sum er ein avbera dugnaligur leiðari, sigur Teitur Samuelsen at enda.