Í 1990 var Hannis Martinsson borin í heim í føroyskum skaldskapi. Tá kom fyrsta krimibókin hjá Jógvani Isaksen um tann váttliga og framfýsna blaðmannin, sum við tíðini hevur uppklárað eitt brotsverk fyri og annað eftir.
Hannis Martinsson hevur verið við í 13 krimibókum, og í gjárkvøldið fekk Hannis nýtt lív í sjónvarpsrøðini Trom.
Ulrich Thomsen fekk uppgávuna at tulka kendastu føroysku krimihetjuna á filmi, og nú er úrslitið lagt fram fyri almenningin.
– Eg hugsaði, at eg hevði ongantíð verið í Føroyum, so tað kundi verið áhugavert at gjørt okkurt har. Eg hugsaði eisini, at Føroyar eru dramatiskar og vakrar, og har kundi verið spennandi at gjørt eina krimirøð. Harafturat kenni eg leikstjóran Kasper Barfoed væl, tí vit hava samstarvað áður, og tað skundaði eisini undir áhugan fyri hesari røðini, sigur Ulrich Thomsen við Sosialin um vikuskiftið.
Tey, ið hava lisið bøkur hjá Jógvani Isaksen, munnu hava gjørt sær eina mynd av, hvussu Hannis Martinsson sær út, og hvussu hann er. Nú verður tað so útgávan hjá Ulrich Thomsen, vit skulu uppliva.
– Mær dámar Hannis væl. Hann er ágrýtin og ger tingini á sín hátt. Hann er líkaglaður við, hvat fólk siga, at hann skal gera. Hann ger, sum hann heldur er best og gongur egnar leiðir, sigur Ulrich Thomsen.
Samrøðan kann lesast í fullum líki í Vikuskifti-Sosialinum.











