Mælir til breiða samgongu

? Frægasta loysnin hevði verið ein breið samgonga millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður

? Eg havi ikki hugsað so nógv um, hvussu ein nýggj samgonga nú skal skipast. Men eg var ein teirra, ið ikki var so ovurfegin um nýggju stýrisskipanarlógina, tí mær tykir, at hon hevur fleiri brek. Eg haldi, at nógv gott var í gomlu kollegialu skipanina, ið var galdandi frammanundan.

Hetta sigur Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður. Hann heldur, at við kollegialu skipanini varð tryggjað betur politisk viðgerð.

Atli Dam var løgmaður frá 1970-80, frá 1985 - 89 og frá 1991-93. Og hann heldur, at Edmund Joensen beinanvegin átti at sagt seg frá sum løgmann.

? Fyri tað um hann er løgmaður, so átti tað ikki at givið honum ein nátúrligan rætt at roynt at hildið fram við eini borgarligari samgongu, sum hevur so tepran meiriluta, heldur Atli Dam.

? Nú tá so stór mál eru at taka upp millum Føroyar og Danmark - bæði búskaparmál og stórnarmál - er neyðugt, at vit hava eina samgongu, sum vit vita vil loysa hesi mál, ein samgonga, sum umboðar fólkaviljan. Atli Dam vísir á, at eini 80% av føroyingunum vilja hava broytingar í viðurskiftunum.

? Og skulu hesi viðurskifti broytast, so er neyðugt við einum stórum meiriluta, og at tað eru flokkar, sum vilja broytingar í tráð við fólkaviljan.

Atli Dam heldur eitt nú, at tað ber ikki til við ultimativu krøvunum hjá Sambandsflokkinum um ikki at vilja broytingar. Hann heldur samstundis, at tað ber heldur ikki til at gjøgnumføra málið hjá Tjóðveldisflokkinum um loysing, tí fólkið ynskir ikki loysing, sigur hann.

? Tað er tí neyðugt, at Javnaðarflokkurin fær ein dyggan leiklut í samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri. Eg kundi tí hugsað mær, at tingformaðurin lat Tjóðveldisflokkinum upp í hendi at skipa eina samgongu millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sigur Atli Dam, sum ikki heldur tað vera nakra treyt, at løgmaður skal koma úr størsta flokki.

? Nú veit eg væl, at vit ikki skulu stýra landinum eftir gallupkanningum, men tað er einki dulsmál, at Jóannes Eidesgaard er tann, sum hevur dyggastu undirtøkuni - eisini langt inn í aðrar flokkar, sigur hann, samstundis sum hann vísir á, at tann avgerðin verður tikin aftan á at samgonga er skipað.